Aftur eftir 900 dagar á síðulinjuni

Aftur eftir 900 dagar á síðulinjuni
Rebekka Fjallsá Benbakoura spælir aftur eftir góðar 900 dagar á síðunlinjuni. Onkran mánamorgun var ringt at haldu lagnum uppi, viðgongur evnaríki HB-spælarin
02.05.2022 - 14:12

Hon hevur altíð elska at sparka.

Síðan Rebekka Fjallsá Benbakoura var fýra ára gomul, hevur bólturin verið ein trúfastur vinur.

Evnini vóru eyðsæð, og álopssinnaði spælarin kom skjótt á besta HB-liðið, har hon stóð seg somikið væl, at landsliðsboð eisini vóru eftir henni. 

Hetta fekk ein bráðan enda, tá fyrireikingarnar til kappingarárið 2020 vóru í hæddini. Rebekka sleit krossbandið, og ístaðin fyri grønar vøllir stóð skurðviðgerð og drúgv uppvenjing fyri framman.

 - Onkran mánamorgun á vetri segði eg við fysioterapeutin: 'Eg tími øgiliga illa at vera her.' Tað var ofta, at eg hugsaði, at 'nú er nóg mikið, nú orki eg ikki meir', greiðir Rebekka Fjallsá Benbakoura frá.

 - Men dagin eftir, so koyrdi tað aftur.

Eftir at hava sitið uttanfyri í samfullar 934 dagar, kom Rebekka aftur á vøllin 14. apríl, tá HB spældi ímóti TB/FCS/Royn.

 - Tað var heilt fantastiskt, sigur HB-spælarin.

 - Tað var ein lætti, og familja og vinir vóru komin at heppa. 

Sí innslag við Rebekku Fjallsá Benbakoura omanfyri 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV