Fyrstu ferð síðan 1969

Fyrstu ferð síðan 1969
Norðingur hevur hótt við at bjóða Klaksvíkingi av, og um vikuskiftið gjørdu teir álvara av stóru orðunum. Fyri fyrstu ferð í 53 ár vunnu sundamenn á norðoyastevnu
30.05.2022 - 15:39

10-mannafarið, Norðingur, gjørdi um vikuskiftið álvara av stóru orðunum um at bjóða Klaksvíkingi av, tá sundamenn vunnu á norðoyastevnu fyri fyrstu ferð í 53 ár.

Veðrið gjørdi tað trupult at rógva fyrstu 500 metrarnar, men tá komið var innum fingu bátarnir úr Norðoyggjum ferð á.

Teir lógu leingi stavn um stavn, men í spurtinum var Norðingur hin stinnari og vann á føroyameistarunum á Klaksvíkingi.

 - Tað er stuttligt at vinna ímóti klaksvíkingunum, serliga tí at teir eru føroyameistarar. Teir eru ólukksáliga góðir, tað vita vit, sigur Kristmund Petersen á Norðingi.

 - Eg haldi, at hetta er fyrstu ferð síðan 1969, at Norðingur vinnur á norðoyastevnu, og tað er well.

Sum vera man, vóru teir á Klaksvíkingi ikki nøgdir við annað pláss, og ætla sær hevnd á eystanstevnu um tvær vikur.

 - Nú eru teir beint norðanfyri, vit kenna teir væl og hava róð saman við fleiri av teimum, men planurin er at taka teir aftur næstu ferð, sigur Jógvan Steingrím Højgaard á Klaksvíkingi.

Havnabáturin endaði á triðja plássi, og aftastur var Eysturoyingur.

10-mannafør, norðoyastevna:
1. Norðingur: 4.33.27
2. Klaksvíkingur: 4.34.14
3. Havnabáturin: 4.40.20
4. Eysturoyingur: 4.41.09


Norðingur fekk góðan stuðul av bryggjuni
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107