Pætur og Andrass í landsliðshitanum

Pætur og Andrass í landsliðshitanum
Pætur Petersen úr HB og Andrass Johansen úr B36 eru tiknir út til fótbóltslandsliðið fyri fyrstu ferð. Fyri framman eru Nations League-dystir ímóti Litava og Turkalandi
Hans Erik Danielsen/FSF
12.09.2022 - 19:05

Pætur Petersen úr HB og Andrass Johansen vóru feskir í landsliðshópinum hjá Håkani Ericson, sum varð tikin út í dag.

Andrass Johansen hevur støðugt talst millum bestu spælararnar hjá B36 í ár, og landsliðsvenjarin segði, at álopskendi spælarin hevur tikið seg fram í taktiska og verjukenda spælinum hetta kappingarárið.

 - Tað seinasta árið havi eg offrað meir fyri fótbóltin. Eri farin niður í arbeiðstíð og upp í fótbólti, og eg haldi, at tað hevur givið mær okkurt meir, sigur 20 ára gamli Andrass Johansen, sum hevur skotið sjey landskappingarmál í ár.

Hjá Pæturi Petersen er alt vent á høvdið. Fyri summarsteðgin spældi hann 1. deildarfótbólt, tí táverandi HB-venjarin ikki hevði álit á honum, men eftir at Dalibor Savic kom í venjarasessin, hevur skálvíkingurin verið flúgvandi.

 - Tað var ikki ein góð tíð, mann hugsaði nógvar tankar og mann ynskti seg næstan onkra aðra staðni enn HB. Venjarin bleiv so koyrdur, og eg havi fingið ordiligt álit frá Dalibor, og síðan tá hevur tað bara gingið øgiliga væl, sigur Pætur Petersen.

Dystirnir ímóti Litava og Turkalandi eru ávíkavist 22. og 25 september.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672