Jóan Símun sló til ímóti tomum turkum

Jóan Símun sló til ímóti tomum turkum
Jóan Símun Edmundsson skeyt sítt fyrsta landsliðsmál í fýra ár og avgjørdi samstundis dystin ímóti Turkalandi. - Jákup fær bóltin, so eg skal bara renna, segði málskjúttin
25.09.2022 - 23:06

Hann var aftur á landsliðsmáltalvuni fyri fyrstu ferð í fýra ár.

 - Hetta var ein fantastiskur sigur fyri okkum, tað er ikki nógv annað at siga, segði Jóan Símun Edmundsson.

Við frálíkum máli til 2-0 var hann ein av høvuðsmonnunum aftan fyri frálíka sigurin á Turkalandi á Tórsvølli sunnukvøldið.

 - Eg síggi, at Jákup fær bóltin, og eg veit hvussu gott vinstrabein, hann hevur, so eg skal bara renna, segði Jóan Símun Edmunsson.

Renningin aftur um verjuna var góð, og bólturin frá Jákupi Biskopstø Andreasen lá júst har, sum hann skuldi, og so kundi framherjin toyggja seg og senda bóltin í handara málhorn.

 - Eg tori ikki at jubla ov nógv, tí tú veitst ongantíð við VAR, um tú ert rangstaddur ella ikki, men eg raki bóltin perfekt og kann bara síggja hann fara inn, segði málskjúttin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744