- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoyvíksbóndi slær bøin fyri bøndur í Kalsoynni

Á Trøllanesi og í Mikladali hava teir ikki neyt longur, og tí hava teir ikki brúk fyri so nógvum stráfóðri sum fyrr. Ístaðin fyri at brúka nógva tíð til sláingina og at bíða eftir terra, hava nakrir bøndur har norðuri gjørt avtalu við hoyvíksbóndan, Siggert Patursson, sum kemur allan tann langa vegin norður við stórari manning og framkomnari útgerð at sláa allan bøin hjá teimum í Mikladali og á Trøllanesi. So fáa teir stráfóðrið, sum teir hava brúk fyri, og hoyvíksbóndi kann fara suður aftur við nógvum grasi. Báðir partar eru glaðir fyri hesa skipan.
-Fyri okkum er hetta ein vinn-vinn støða, tí frammanundan brúktu vit langa tíð til at fáa hoyggið inn. Nú kemur hoyvíksbóndi væl mannaður norður við góðari útgerð og slær allan bøin og ballar grasið eftir fáum døgum, sigur Eyðun Eliasen, bóndi á Trøllanesi, sum hevur seyð bæði á Trøllanesi og í Mikladali.
Siggert Patursson sigur, at tá teir har norðuri ringdu og spurdu um hann kundi koma norður at sláa, helt hann at bøurin kundi ikki liggja ósligin.
-Eg var sannførdur um at vit áttu at gera eina roynd, tí grasið er líka gott sum nakað annað og tað skapar arbeiðspláss í landinum. Tað skuldi ikki liggja ósligið, tí betri er at hava nógv stráfóður á goymslu, enn pengar í bankanum. Og vit eru væl nøgdir við samstarvið við teir í Kalsoynni, tí tað hevur riggað væl, sigur Siggert Patursson, ið eisini hevur samstarv við Johan Jógvansson, bónda í Saksun, sum tekur sær av at balla grasið.
Útgerðin sum teir brúka er stór og Siggert er væl nøgdur við samstarvið við Strandferðsluna.
-Nú hevur Ternan siglt, men vit klára ikki at fáa øll tólini umborð á Ternuna, tí portrið er ov smalt. Fyri at fáa útgerðina yvir í Kalsoynna, tók Strandferðslan Sam frá arbeiði á sleipistøð til at sigla ein túr við útgerðini. Nú kemur Sam aftur í sigling, so vit fara eisini at fáa øll tólini innaftur, sigur Siggert Patursson.
Her kanst tú hoyra innslagið, sum var í Summarmorgni.


























