Stuttligari at vera føroyskur landsliðsspælari

Stuttligari at vera føroyskur landsliðsspælari
UEFA hevur boðað frá, at Nations League fyri kvinnur byrjar næsta ár. Nýggi leisturin er kærkomin, siga bæði venjarar og spælarar
Bjarni Enghamar/FSF
07.11.2022 - 17:51

Nú verður stuttligari at vera føroyskur landsliðsspælari.

UEFA hevur boðað frá, at Nations League fyri kvinnur byrjar næsta heyst, og nýggi kappingarleisturin er kærkomin, siga spælarar og venjarar hjá Føroyum.

 - Tað er altíð stuttligari at spæla dystir, sum eru eitt sindur javnari, har tú hevur møguleikan at vinna, sigur Heidi Sevdal.

Síðstu árini hevur føroyska landsliðið við kvinnum tikið lut í EM-undankappingini, og har hava føroysku kvinnurnar tapt flestu dystirnar stórt. 

Soleiðis hevur eisini verið hjá fleiri øðrum londum, og tí hava nógv ynskt nýggjan kappingarleist.

Í nýggju kappingini verða londini býtt í tríggjar deildir, og so verður spælt í bólkum við fýra og trimum. Eins og hjá monnunum verður upp- og niðurflyting millum deildirnar.

 - Hetta verður vónandi ein máti at fáa ment liðið hjá okkum. Vit hava nógvar dugnaligar spælarar, sum eru á veg fram, og eg haldi, at vegurin til menning er at spæla nógvar javnar dystir, har tú alla tíð skalt vera 'on', og har tú ikki bara skalt hugsa í verjustøðu, men eisini sleppur frameftir, sigur Heidi Sevdal. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334