Tveir nýggir tilburðir av HIV í 2021

Tveir nýggir tilburðir av HIV í 2021
Fyri fyrstu ferð í fimm ár, var HIV staðfest í Føroyum í fjør. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.
29.11.2022 - 18:18

Tað vóru staðfestir tveir tilburðir av HIV í Føroyum í 2021, sum Landslæknin hevur fingið fráboðan um. Ein kvinna og ein maður fingu staðfest virusið.

Vit skulu heilt aftur til 2016 at síggja aðrar tilburðir. Tá fekk ein maður staðfest HIV í Føroyum. Og í 2011 fekk ein kvinna staðfest HIV í Føroyum.

Tá HIV smittan var í hæddini í Føroyum, tá fingu fýra fólk staðfest smittuna. Tilsamans hava 17 menn og sjey kvinnur fingið HIV smittuna í Føroyum síðani 1986.

Talið av smittaðum er støðugt

Hóast tvey vóru staðfest við HIV í fjør, er talið av smittaðum í Føroyum støðugt. Tað sigur Shahin Gaini, lækni og professari í smittusjúkum. Tað er sostatt ikki nakað ið bendir á, at HIV-smittan økist sum nú er. 

Hóast tølini hava verið lág síðani HIV-smittan var uppá tað hægsta í 90-árunum, so er sjúkan als ikki útdeyð um okkara leiðir. 

Tað er ilt at siga um har eru nøkur skuggatøl í Føroyum. Tað kann vera fólk, ið antin eru smittaði uttan at vita av tí, ella sum av øðrum orsøkum ikki síggjast í hagtølunum.  

Og til tey, ið stúra, hevur læknin greið boð - tað ber til at lata seg testa umvegis kommunulæknaskipanina. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439