Dreymabyrjan í Sävehof: álit gevur úrslit

Dreymabyrjan í Sävehof: álit gevur úrslit
17 ára gamli Óli Mittún hevur fingið eina frálíka byrjan í svenska felagi sínum, IK Sävehof. - Venjarin vísir mær álit, og tí spæli eg væl, sigur hondbóltsúrmælingurin
17.01.2023 - 12:20

Hann tók ikki bert áskoðararnar og liðfelagarnar á bóli, men eisini seg sjálvan, tá hann við ótrúligum skoti í síðstu løtu tryggjaði IK Sävehof sigurin ímóti Lugi fyri kortum. 

 - Eg var eitt sindur skakkur sjálvur, tá eg sá, at bólturin fór í málið, sigur 17 ára gamla stórtalentið, Óli Mittún.

 - Eg sá, at fimm sekund vóru eftir á talvuni, og tað ikki bar til at avlevera til nakran. Eg mátti gera tað sjálvur.

Tað gjørdi hann so sanniliga. Hóast bakspælarin lá vatnrættur í luftini, fekk hann snarað knallharða skotið upp undir nettakið og framvið kjansaleysa málverjanum.


Framúr byrjan í tí svenska

Sigursmálið í síðstu løtu ímóti Lugi er á ein hátt ímynd av, hvussu væl tað hevur gingist hjá 17 ára gamla supertalentinum fyrsta hálvárið í IK Sävehof.

Hann hevur fingið alsamt meir tíð á vøllinum, og hevur fingið og tikið alsamt meir ábyrgd á einum skaðaraktum liðið, sum bert er tvey stig aftanfyri oddaliðið, IFK Kristiansstad.

Men tað lá ikki í kortunum, at hann skuldi fáa so stóran leiklut so tíðliga.

 - Í fyrstuni var tað eitt sindur ringt, tí tú skalt læra málið og spæliskipanir og tílíkt, men nú havi eg fingið tamarhald á tí heila, greiðir Óli Mittún frá.

Hvat eru høvuðsorsøkirnar til, at tað hevur gingið so skjótt hjá tær?

 - Tað eru helst nógvu skaðarnir á liðnum. Ætlanin var ikki, at eg skuldi spæla so nógv, sum eg havi gjørt, men nú havi eg fingið ein øgiliga stóran leiklut á liðnum, sigur bakspælarin.

Eitt er at fáa møguleikan, men tað krevur bæði áræði og styrki, at taka hann, tá tú ert 17 ára gamal í fremmandum landi.

 - Hatta hava vit tosað nógv um, eg og venjarin (Michael Apelgren, red.). Hann vísir mær stórt álit, og soleiðis spæli eg betri, sigur Óli Mittún.


Dreymabyrjan kemur ikki óvart á Elias

Ein, sum hevur eygleitt Óla Mittún frá fyrstu parkett, er eldra systkinabarnið, Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Stórspælarin meiddi sær knæið somikið illa síðsta summar, at hann noyddist undir skurð, og hevur ikki spælt hondbólt síðani.

Miðjan hevur kortini sæð nógvan hondbólt og fegnast um stóru framgongdina hjá sambúgvanum, sum ikki kemur óvart á hann.

 - Vit vistu øll, at so skjótt hann fekk møguleikan, fór hann at taka av. Nú fekk hann kjansin eitt sindur fyrr, enn vit høvdu væntað, men hetta hevði eg roknað við, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum hevur stórar vónir til systkinabarnið í vár, tá teir kanska sleppa at spæla undir liðini á hvørjum øðrum, bæði fyri felagið í Partille og Føroyar.

Tað gevur Óla Mittún íblástur.

Gleðir tú teg til tað?

 - Ja, tað geri eg. Øgiliga nógv.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. august
RagnarRokk 15.august 2024
177311
Hósdag 15. august
RagnarRokk: Titan Fox um König und Kaiser
177307
Hósdag 15. august
Morgunlestur hósdagur 15. august 2024
179079
Mikudag 14. august
Marjun Syderbø Kjelnæs
178897
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179206
Týsdag 13. august
Eg noyðist at lurta
179189
Týsdag 13. august
Veðrið
179177
Mánadag 12. august
Hin rusuti á Aconcagua (7:10)
177967
Fríggjadag 9. august
Veðrið
179049