Málverjin: Havi hugt at teirra skjúttum

Málverjin: Havi hugt at teirra skjúttum
Hann hevur hugt nógv at videobrotum av eysturríksku skjúttunum, og hevur eina góða fatan av, hvar skotini fara í dag. Millum annað tí hevur Pauli Jacobsen góðar vónir
30.04.2023 - 13:22

Málverjin á føroyska hondbóltslandsliðnum, Pauli Jacobsen, er væl fyrireikaður til avgerandi EM-undankappingardystin ímóti Eysturríki í dag.

 - Eg havi hugt nógv at video. Tikið teirra skjúttar ígjøgnum og notera mær, hvar teir hava skotið í seinastu dystunum, og so havi eg gjørt mær eitt yvirlit yvir, hvar eg vænti, at teir fara at skjóta í dag, sigur Pauli Jacobsen.

Hann spældi ein frálíkan dyst í heimasigrinum á Ukraina, og hann verður helst noyddur at endurtaka bragdið, um tað skal eydnast at syfta Eysturríki og tryggja sær EM-plássið í Týsklandi. Málverjin sjálvur hevur góðar vónir.

 - Vit trúgva, at vit kunnu fáa stig í dag og spæla okkum beinleiðis í EM-endaspælið, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360