BIIT-dagbók: Beinir gevur Greener út

BIIT-dagbók: Beinir gevur Greener út
Beinir hevur gjørt video-dagbók úr Keypmannahavn á degnum í síðstu viku, tá nýggja staklagið Greener kom út.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
16.09.2023 - 11:34

'Greener' eitur nýggja staklagið, sum Beinir gav út í síðstu viku.

BIIT-redaktiónin spurdi Beinir pent, um hann ikki kundi filmað eitt sindur frá útgávudegnum, sum gekk fyri seg í Keypmannahavn, har hann býr.

 

Fluttur at fylgja dreyminum

Síðan Beinir var stórur smádrongur, hevur hann spælt gittar og sungið.

Við dreyminum um at røkkur longur út við tónleikinum, flutti hann fyri tveimum árum síðan til Keypmannahavnar.

Í Greener syngur Beinir um at kasta seg út í tað ókenda og møta broytingum á veg móti dreyminum.

Sangurin snýr seg um avgerðir, sum menniskju mugu taka og tær óvissur, sum vit skulu ígjøgnum, tá hugurin og ivin renna saman í eini óynsktari andsøgn.

 

Singer-songwriter

Greener er innspælt live í Grapehouse Studio og hevur heitt og vónríkt ljóð við klaverinum í miðdeplinum.

Hetta lýsir væl singer-songwriter hugaheimin hjá Beini, sum fær íblástur frá Elton John, Billy Joel og Paul McCartney.

At fáa live-kensluna inn í upptøkurnar hevur havt stóran týdning fyri Beinir, sum seinastu tíðina – einsamallur við gittara ella klaveri - hevur hitað upp á konsertferðum hjá Stine Bramsen, Jonah Blacksmith og Dopha.

 

Fingið góð skotsmál

Tónleikatíðarritini Gaffa og Bands of Tomorrow hava givið Beinir sera góð skoðsmál. 

Bands of Tomorrow gevur konsertini hjá Beinir á Spot-festivalinum 4,5 av 5 stjørnum. 

“Ind på scenen, helt alene, træder færøske Beinir ind med sin guitar og begynder det, der bliver en af lørdagens allerbedste koncerter [...]. Med imponerende guitarspil og en drum - pedal fyldte Beinir Skatescenen ud med sin vanvittige sangstemme og velskrevede numre.”

 

The Bank Records

Greener er framleitt í samstarvi við Søren Christensen (The Blue Van, Fallulah, Ameli Dot) og Anders Bønløkke (Zar Paulo og Alphabeat).

Staklagið er givið út undir plátufelagnum The Bank Records 8. september.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959