Iðrar seg um at Norra skorar beinanvegin

Iðrar seg um at Norra skorar beinanvegin
- Tað er serstakliga keðiligt, at teir skora beinanvegin, men vit koma sterkt aftur, serliga í seinna hálvleiki, segði Andrias Edmundsson eftir 2-0 tapið fyri Norra í Oslo
16.11.2023 - 20:11

Føroyar taptu 2-0 í venjingardystinum ímóti einum sterkum norskum landsliðið í Oslo í kvøld.

Heimaliðið skoraði longu í triðja minutti, og tað er serliga fyrsta málið, sum miðverjin, Andrias Edmundsson, iðraði seg um eftir dystin.

 - Tað er serstakliga keðiligt, at teir fáa mál beinanvegin, tí so verður tað so tungt hjá okkum, segði miðverjin, sum kortini helt, at avrikið batnaði munandi, sum dysturin leið.

 - Vit koma sterkt aftur, serliga í seinna hálvleiki, har vit koma fram. René (Shaki Joensen, red.) fær eitt skot á stongina, so eg haldi, at tað varð bara betri og betri, segði Andrias Edmundsson.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365