Spælið skal spískast til

bannari
Spælið skal spískast til
Føroyska hondbóltslandsliðið hvessir sær vápnini undan EM-endaspælinum í Týsklandi. Mikudagin hildu fyrireikingarnar fram í Klaksvík undan venjingardystunum ímóti Belgia
03.01.2024 - 16:22

Eftir at føroyska hondbóltslandsliðið hevði heilsað upp á næmingarnar á Skúlatrøð, varð vant við fullari ferð í badmintonhøllini í Klaksvík.

Venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, var væl nøgdur við intensiteten og hugburðin hjá spælarunum, sum hava vant saman ímillum jóla.

Ein annar, sum var væl nøgdur, var Helgi Hildarson Hoydal, sum í fyrsta umfari ikki varð úttikin til føroyska EM-hópin. Stutt fyri jól fekk royndi strikuspælarin kortini kontraboð, og verður 19. maðurin í ferðalagnum, sum setur kósina ímóti Berlin í næstu viku.

 - Tað var ein góð jólagávu, viðgekk Helgi Hildarson Hoydal.


Tvær ferðir Belgia á Hálsi

Spælið skal nú spískast, áðrenn álvarin byrjar 11. januar ímóti Slovenia.

Sum liður í júst hesum spæla Føroyar tveir venjingardystir ímóti Belgia um vikuskiftið.

Í teimum báðum dystunum verður ymiskt roynt, meðan okkurt kanska verður goymt, so slovenar ikki kenna allar tær føroysku ætlaninar ov væl, segði venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen.

Dystirnir imóti Belgia verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið klokkan 19.30, og verða vístir í KvF.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. februar
RagnarRokk 26.februar 2026
203954
Hósdag 26. februar
RagnarRokk: Zac Tell um Before We All Die
203953
Hósdag 26. februar
Kvørnin: "ÓJÓ", Tunghoyrt
204901
Hósdag 26. februar
Nýtt ljóð
204892
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Emma: Kvøða til pinkubarnið
204813
Hósdag 26. februar
Jóhanna: Trúgv
204814
Hósdag 26. februar
Sophilia: Føroyingar
204816