- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landstøðin á Gomlurætt brann í grund
Landstøðin á Gomlurætt brann í grund
Fólk hjá Hiddenfjord sóu eldin og boðaðu alt fyri eitt løgregluni frá

Sløkkilið kom skjótt á staðið, men eldurin var so stórur, at landstøðin brann í grund.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
22.10.2026 - 12:53
Landstøðin hjá alifyritøkuni Hiddenfjord á Gomlurætt brann í grund í nátt.
Fólk hjá Hiddenfjord sóu eldin og boðaðu alt fyri eitt løgregluni frá.
Hiddenfjord hevur alirngar út fyri Velbastað, og seinasti fiskurin í ringunum verður tikin í hesum døgum.
Av tí landstøðin er brunnin í grund, má nýggja gerast, og hon skal helst vera klár, tá fiskur verður settur út á nýggjárinum.
Atli Gregersen er stjóri í Hiddenfjord:
22102026_Atli_um_eld_hja_Hiddenfjord
Umleið 4.000 tons verða tikin í aliringunum út fyri Velbastað hvørja ferð. Tøkan byrjaði fyri tveimum mánaðum síðani, og hon verður liðug mánadagin.
Fiskur verður settur útaftur á nýggjárinum.
Videomyndir: Jóhannes Andrasson Arge
IMG_1855
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























