Elias & Hákun: Ymiskir og tó

bannari
Elias & Hákun: Ymiskir og tó
VIDEO: Barndómsvinir Elias og Hákun hava fylgst frá H71 og upp á hægstu hondbóltstindarnar í Evropa. Í næstum skulu teir spæla EM-endaspæl við Føroyum í Týsklandi
Hans Petur Hansen
Størstu stjørnurnar á føroyska A-landsliðnum í hondbólti, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum
04.01.2024 - 15:00

Føroysku hondbóltsstjørnurnar Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum hava kenst, síðani teir sum smádreingir fóru at spæla hondbólt í H71. 

Í dag spæla báðir bæði á føroyska A-landsliðnum og í týsku bundesliguni í hondbólti fyri ávíkavist THW Kiel og Füchse Berlin. 

Teir báðir eru eisini tveir av høvuðspersónunum í dokumentarinum "Móti høgum tindum", um føroyska hondbóltsævintýrið, sum verður vístur í sjónvarpinum í kvøld eftir Dag og viku klokkan 19.25. 

Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo

Hvat: Móti høgum tindum
Hvar: í sjónvarpinum
Nær: Í kvøld kl. 19.25.

Ítróttasøga varð skrivað, tá føroyska manshondbóltslandsliðið í apríl 2023 spældi seg í EM-endaspælið fyri A-landsliðið, sum verður í Týsklandi í januar 2024.

Føroyar er nógv minsta land, sum hevur spælt seg í eitt EM-endaspæl í hondbólti. Á leiðini hagar vunnu vit á Ukraina og Rumenia, sum er trífaldur heimsmeistari í manshondbólti.

Stóri framburðurin í føroyskum hondbólti er komin eftir fáum árum. Fyri tíggju árum síðani vóru vit framvegis ongan veg komin. Menningin hevur tí verið ovurstór seinnu árini. Men fyri tíggju árum síðani setti Hondbóltssamband Føroya sær stór mál. Eitt var, at Føroyar innan tíggju ár skuldu í eitt stórt endaspæl fyri A-landslið. Tá var hálvavegna flent, at tey vóru so ósmæðin.

Í sendingini fáa vit søguna um gongdina í føroyskum hondbólti hesi seinnu árini. Sagt verður frá arbeiðssetninginum hjá Hondbóltssambandinum, ið hevur strítt seg úr húsagangi upp á tindin. Vit fáa søguna um stóra vakstrarøkið í felagnum H71 í Hoyvík, sum er vøggan hjá fleiri av okkara bestu spælarum í dag - onkur telist í dag millum úrmælingar úti í heimi.

Vit fylgja manshondbóltslandsliðnum á leiðini til søguliga EM-endaspælið og eru við teimum á venjingarlegu í Føroyum og Íslandi í heyst.

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179