- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svenska stjórnin hevur tíðindafund um trygdarstøðuna

Svenska stjórnin boðar í dag í skundi til tíðindafund um "trygdarstøðuna" í landinum.
Tað skrivar stjórnin á heimasíðu síni.
Á tíðindafundinum vera Ulf Kristersson, forsætisráðharri, Maria Malmer Stenergard, uttanríkisráðharri, Pål Jonson, verjumálaráðharri, og Gunnar Strømmer, løgmálaráðharri.
Tíðindafundurin er klokkan eitt í dag á stjórnarskrivstovunum í Stokkhólmi.
Onnur lond ávara um hóttanir
Hetta hendir eftir at Danmark, Týskland, Pólland og fleiri onnur evropisk lond seinastu vikurnar hava ávarað um størri hóttan móti vesturheiminum og NATO úr Russlandi.
Í Danmark hendi hetta 24. september, tá danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, millum annað ávaraði um vandan fyri álvarsligum hendingum í Danmark.
Hetta hendi á tíðindafundi um nýggju metingina hjá fregnartænastuni hjá donsku verjuni um hóttanarstigið, skrivar TV2.



























