Vitlíki hjálpir, men næmingar læra ikki meira

Vitlíki hjálpir, men næmingar læra ikki meira
Granskarar hava fylgt 27.000 næmingum í Kina
Næmingar, sum brúktu vitlíki, men framvegis brúktu tíð upp á uppgávurnar, kláraðu seg betur, vísir kanningin. (Savnsmynd)
 
06.10.2026 - 08:28

Vitlíki kann hjálpa næmingum at gera skúlating skjótari, men tað merkir ikki neyðturviliga, at teir læra meira.

Granskarar hava fylgt 27.000 næmingum í Kina, skrivar The Economist. 

Næmingarnir, sum brúktu vitlíki, fingu betri próvtøl fyri síni skúlating og loystu uppgávurnar skjótari. Men til próvtøkurnar vóru próvtølini í miðal 20 prosent minni enn hjá næmingunum, sum ikki brúkti vitlíki. 

 

Munurin sjónligur

Munurin var sera sjónligur, tá ið talan var um næmingarnar, sum skundaðu sær við skúlatingunum. Teir, sum brúktu vitlíki, men framvegis brúktu tíð upp á uppgávurnar, kláraðu seg betur. 

Úrslitini benda á, at mátin, sum vitlíki verður brúkt, hevur týdning. 

Um vitlíki verður nýtt sum hjálp til at skilja okkurt, sum er torført, skjótari, kann tað vera gagnligt hjá næmingunum at brúka. 

Men verður tað brúkt til at fáa liðug svar, kann tað gera, at teir læra minni, skrivar The Economist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391