Hava mist MSC-góðkenning - Havsbrún hevur framleitt niðurfyri

Hava mist MSC-góðkenning - Havsbrún hevur framleitt niðurfyri
Virki, sum gera mjøl og lýsi, arbeiða av øllum alvi fyri at fáa nýggja góðkenning um burðardyggan svartkjaftafiskiskap
Havsbrún í Fuglafirð kann ikki brúka svartkjaftin sum góðkenda rávøru í síni framleiðslu av alifóðuri. Men virkið hevur gjørt mjøl og lýsi niðurfyri, meðan arbeitt verður við at fáa aðra góðkenning. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
06.10.2026 - 09:56

 Svartkjaftur kann ikki longur brúkast til alifóður.

Fiskiskapurin eftir svartkjafti hevur mist MSC-góðkenningina sum burðardyggur fiskiskapur, tí strandarlondini eru ikki samd um, hvussu kvoturnar skulu býtast.

Tað rakar einasta fóðurframleiðaran í Føroyum, Havsbrún í Fuglafirði, sum ikki kann brúka svartkjaftin sum góðkenda rávøru í síni framleiðslu av alifóðuri. 

Men Havsbrún hevur fyrireikað seg til støðuna. Virkið hevur framleitt niðurfyri, og hevur tí burðardygt, góðkent mjøl og lýsi á goymslu, sum kann brúkast eina tíð aftrat, sigur Odd Eliasen, stjóri á Havrbún.

 


Odd Eliasen.

 

Fer goymslan at ganga undan, verður neyðugt finna aðrar loysnir.

Evropeiskir framleiðarar av fiskamjøli og lýsi halda ikki, at tað gevur meining, at fiskiskapurin missir burðardygga góðkenning, tá svartkjaftastovnurin hevur tað gott. 

Og nú tá strandarlondini ikki kunnu blíva samd um, hvussu fiskiskapurin eftir svartkjafti skal býtast, arbeiða virkini, sum gera mjøl og lýsi, millum annað Havsbrún, av øllum alvi við at fáa nýggja góðkenning um burðardygd.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

06102026_Svartkjaftur_og_godkenning

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961