Hallur Danielsen: Við allan vegin

bannari
Hallur Danielsen: Við allan vegin
- Deiligt at síggja, at hatta er okkara toppstig, tí so vita vit, at allar tær ætlanirnar, sum vit hava tosað um í nógv ár, framvegis eru realistiskar, sigur HSF-maðurin
14.01.2024 - 15:31

Hallur Danielsen hevur verið í umsitingini í Hondbóltssambandi Føroyar, síðan nýggja framgongdin byrjaði fyri umleið 10 árum síðani.

Nøkur stór mál vórðu sett, og Hallur Danielsen kann gleðast um, at fleiri mál verða rokkin fyri eygunum á honum á Mercedes Benz-Arena í Berlin í hesum EM-døgum.

- Deiligt at síggja, at hatta er okkara toppstig, tí so vita vit, at allar tær ætlanirnar, sum vit hava tosað um í nógv ár, framvegis eru realistiskar, sigur HSF-maðurin.

Hann viðgongur, at euforiin eftir ótrúliga javnleikin ímóti Norra leygarkvøldið framvegis ikki hevur lagt seg.

 - Tað ræður um at njóta løtuna uttan at koyra nøsina ov langt uppeftir, sigur Hallur Danielsen, og hann sipar helst bæði til dystin ímóti Póllandi, sum verður í annaðkvøld og í longri perspektivi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334