Nýggj úrvalsskipan á veg

Nýggj úrvalsskipan á veg
Nú skal satsast upp á úrvalsumhvørvi í føroyskum ítrótti. Tí skal úrvalspeningurin, sum á hvørjum árið hevur verið latin til einstakar íðkarar, nú latast sersambondunum
02.02.2024 - 19:41

125.000 krónur. Tað fekk Jónas Gunnleivsson Isaksen í úrvalspeningi í ár, men líkt er til, at hetta verður seinastu ferð, at einstakir íðkarar fáa pening frá úrvali.

Endamálið við hesum er at menna úrvalsumhvørvi heldur enn einstaklingar.

 

Úrvalsmiðstøð skipast

Játtanin til úrval skal vaksa frá góðari millión upp í fimm milliónir í 2026, og nýggjur úrvalssamskipari skal setast, sum saman við sersambondunum tryggjar, at peningurin verður nýttur til úrvalsvirksemið, sum siktar eftir góðum altjóða úrslitum.

Afturat hesum skal úrvalsmiðstøð skipast, har viðkomandi tænastur verða savnaðar.  

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541