- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskar heimasíður skulu rigga, um einki samband er út í heim
- Vit hava sett ein I-root-semvara upp í Føroyum fyri at tryggja talgilda mótstøðuførið enn betur.
Tað sigur Guðrun Poulsen, stjóri í Økisnavn.fo. Føroyskar heimasíður hava vanliga eitt navn, sum endar við .fo.Tað er Økisnavn.fo, sum hevur ábyrgdina av føroysku økisnøvnunum.
Nýggi servarin, ella ambætarin, er partur av sonevndu DNS-skipanini. Tá tú skrivar ein URL-bústað í ein kaga, t.d. kvf.fo, finnur DNS-ambætarin IP-bústaðin hjá heimasíðuni. Kagin brúkar síðan IP-bústaðin til at fáa samband við ambætaran, har heimasíðan liggur, sum sendir heimasíðuna aftur til tín.
Og tað er álagt við lóg, at skipanirnar skulu rigga, eisini um sambandið við útheimin slitnar.
- Lógin áleggur okkum at tryggja, at .fo-sonan skal kunna virka, hóast sambandið við umheimin er burtur. Hetta er ein liður í tí.
Álopið av teldusníkum í 2018
Tað er ikki vandaleyst at hava DNS ella aðrar skipanir. Í 2018 brutu teldusníkar inn á nic.fo, sum tað æt tá.
- Vit vita, at nic.fo var úti fyri einum álopi í 2018, og síðan tá hava vit allatíðina arbeitt við at tryggja, at vit eru á teimum røttu skipanunum og at tryggja mótstøðuførið á .fo-sonuni.
Og Guðrun Poulsen dugir ikki at ímynda sær, at nakað líknandi hendur í dag.
- Tryggleikin er so mikið høgur í dag, at tað verður torført at yvirtaka DNS-tænasturnar handan .fo-landaøkið.
Sí innslag úr Degi og viku.




























