Útlendskt felag fingið svartkjaftakvotu

Útlendskt felag fingið svartkjaftakvotu
Tá nýggja lógin um sjófeingi kom, var eitt aðalmál at fáa útlendingar úr føroysku fiskivinnunui - nú hevur eitt útlendskt felag 1200 tons av svartkjafti
26.02.2024 - 19:23

Fimm feløg hava fingið kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti. Samanlagt er talan um 7.000 tons, sum fjúrtan feløg vildu hava fatur á. Fimm feløg vóru vald burturúr.

Eitt av hesum feløgum er meira útlendskt enn nakað av hinum fýra.

Talan er um smápartafelagið SAGA, sum hevur fingið 1.200 tons av svartkjafti. 
Hetta felagið er 70 prosent danskt. 
Føroyingurin Lars Larsen, sum býr í Juelsminde, eigur 35 prosent og tað sama ger Yuying Huang, sum eisini eigur 35 prosent, ella 70 prosent samanlagt. Yuying Huang býr eisini í Juelsminde

Gestur Hovgaard, sum arbeiðir við lærda háskúlan í Nuuk í Grønlandi og hevur adressu á Kirkju, eigur saman við konuni Anna Katrin Matras, við adressu í Havn, 25 prosent, meðan Eyðstein Eyðunsson Elttør, sum býr í Klaksvík, eigur 5 prosent.

VIÐM: Í innslagnum verður nevnt, at Gestur Hovgaard er knýttur at Fróðskaparsetrinum - tað er hann ikki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672