Eingin avsláttur - slakari orkuskifti

Eingin avsláttur - slakari orkuskifti
Fer landið at steðga við mvg afturbering og SEV gevst við bíligari streymi til teirra, sum fáa sær grønan elmálarar, fer tað at ganga út yvir grøna orkuskiftið 
12.03.2024 - 19:24

Tað hevur verið ein gularót hjá fólki at leggja um til grøna hitakeldu ella at fáa sær elbil, at tey hava fingið mvg'ið afturrindað ella hava fingið bíligari streym. Men nú ætlar landið við tíðini at steðga við hesum, og tað fer at ganga út yvir orkuskiftið.

MVG afturberingin steðgar í 2028, og herfyri boðaði SEV frá, at avslátturin á 40 oyru fyri kwt fyri tey, sum fáa sær ein grønan elmálarar, fer niður í helvt í 2028 og dettur burtur í 2030.

Gularótin við bíligari prísi hevur havt nógv at siga fyri grøna orkuskiftið higartil, sigur Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni.

Millum 5 og 10 prosent av bilunum í Føroyum eru nú elbilar, og umleið 4-5.000 húsarhald hava lagt um til grøna hitaskipan. Tað fer at taka umleið 10 ár at leggja restina um, væntar Kári Mortensen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Útiguðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424