Tunnilsfelagið eigur síðsta orðið

Tunnilsfelagið eigur síðsta orðið
Løgmaður sker nú ígjøgnum í kjakinum um prísin fyri Suðuroyartunnilin. P/F Suðuroyartunnil hevur síðsta orðið, sigur Aksel V. Johannesen.
25.03.2024 - 19:25

Sambært forprojektinum, sum norska Norconsult hevur gjørt fyri P/F Suðuroyartunnil, kostar ein 22,8 kilometrar tunnil millum Skarvanes og Sandvík 3,4 milliardir krónur. Síðutunnil upp í Skúvoy kostar 200 milliónir og ein tunnil millum Sanvdík og Hvalba aðrar 400 milliónir. Kostnaðarmetingin er í 2023-prísum. 

Fyri góðum tveimum árum síðani metti Landsverk, at Suðuroyartunnilin fór at kosta 3,6 milliardir krónur uttan váðaískoti og 5,4 milliardir við váðaískoyti. Tað var í 2021-prísum. Í prísmetingini hjá Landsverki var hvørki tunnil upp í Skúvoy ella Sandvíkartunnil.

Tá Sigurd Lamhauge segði upp sum stjóri á Landsverki, 21.februar í ár, sendi hann hesa heilsan, á veg úr stjórastólinum:

-Politikarar mugu gera tað, teir vilja. Men at ganga og billa fólki inn, at tað ber til at gera ein tunnil til Suðriar fyri 3,4 milliardir, tað ber als ikki til. Sannleikin er tann, at talið 5,4 milliardir, sum vit hjá Landsverki sjálvi komu við,er eisini ov lágt mett. Eingin suðuroyartunnil verður bygdur, uttan at rokningin verður onkustaðni millum seks og 10 milliardir krónur, segði Sigurd Lamhauge við kringvarpið 21. februar. 

Nú skal kostnaðarmetingin hjá P/F Suðuroyartunnil "trýst-roynast", fyri at brúka orðini hjá løgmanni. Og tað skal Landsverk vera við til.

Men Aksel. V. Johannesen ger samstundis greitt, at politisk semja er um at P/F Suðuroyartunnil stendur fyri verkætlanini. Og tí er tað eisini tunnilsfelagið, sum hevur síðsta orðið. Eisini um Landsverk heldur nakað annað.

Landsverk er boðsent á fund í arbeiðsbólkinum, ið fylgir arbeiðnum at fyrireika ein suðuroyartunnil. Fundurin verður eftir páskir - men sambært virkandi stjóranum, Marjun Thomassen, hevur Landsverk enn ikki fingið ta tilfar frá tunnilsfelagnum, sum tey skulu gera viðmerkingar til. Tí hevur Landsverk í løtuni onga meining um tunnilskostnaðin, ið P/F Suðuroyartunnil hevur lagt fyri politisku skipanina.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087