Hin rusuti

Hin rusuti á Aconcagua (6:10)
05-08-2024
Tann stóri ferðadagurin skuldi byrja longu um morgunin. Men í Argentina ræður eisini føroysk tíð, og hin pakkiklári rusuti ótolnast at sleppa avstað

Tann stóri ferðadagurin skuldi byrja longu um morgunin. Men í Argentina ræður eisini føroysk tíð, og hin pakkiklári rusuti ótolnast at sleppa avstað. Á leiðini verður gingið framvið nakrar heilt serligar ís-stabbar frá jøklinum. Mongu broytingarnar í ferðaætlanini og vantandi upplýsingar ørkymla hin rusuta so nógv, at hann umhugsar at mótmæla við at sova úti eina nátt.

Hin rusuti

Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD. Nýggjasta røðin í tíggju partum lýsir ferðina upp á Aconcagua, hægsta fjall í Amerika. 

Tann stóri ferðadagurin skuldi byrja longu um morgunin. Men í Argentina ræður eisini føroysk tíð, og hin pakkiklári rusuti ótolnast at sleppa avstað
05-08-2024
Hvílidagurin í basecamp gongur við kortspæli og talvi. Verri gongst sjúka makkaranum, sum verður flogin úr leguni.
29-07-2024
Nú byrjar brattlendið og kuldin er komin. Tað nervar ikki hin rusuta.
22-07-2024
Búkilska oyðileggur stóra dagin, tá fjallatúrurin byrjar. Hin rusuti fær ikki fylgt við hinum í ferðalagnum. Lagið verður ikki betri av, at hin rusuti missir einatjaldið
15-07-2024
Í øðrum parti ferðast hin rusuti móti fjallinum. Nógv tíð og orka fer til at fáa loyvi í lagi, og tað stressar hin rusuta.
08-07-2024
Hin rusuti byrjar drúgvu ferðina til Mendoza í Oslo við einum norskum ferðalagi. Avbjóðingarnar byrja longu áðrenn fráferð, tá hann mundi tikið skeivt flogfar.
03-07-2024
Kom við hinum rusuta upp á Aconcagua, sum er næsthægsta fjall av teimum sjey heimstoppunum. Jens Jákup hevur sett sær fyri at vísa, at ADHD-arar kunnu tað sama sum onnur.
28-03-2024
Síðsti partur á ferðini niðan á Kilimanjaro. Vit herja á kl. hálvgum eitt um náttina í myrkri og 25 kuldastigum við merkinum í ryggsekkinum.
26-12-2023
Í næstseinasta parti gera vit okkum klár til topp-royndina og fáa síðstu læknakanningina.
19-12-2023
Hesa ferð stríða vit okkum niðan á 4.600 metra hædd at eta døgurða við larmandi amerikanarum.
05-12-2023
Hesa ferð um at vakna við frosti á tjaldinum, um at venja seg við hæddirnar og annars prát við eitt nú tríggjar vinmenn, sum gjørdu av at náa Kilimanjaro, áðrenn teir verða 30
28-11-2023