Hin rusuti

Hin rusuti á Aconcagua (9:10)
26-08-2024
Komin til síðstu leguna áðrenn síðsta teinin verður hin rusuti raktur av eini sterkari kenslu av takksemi. Verri gongur hjá einum íra, sum takkar fyri seg.

Tað er bítandi kalt og tungt at bera alt viðføri. Komin til síðstu leguna áðrenn síðsta teinin verður hin rusuti raktur av eini sterkari kenslu av takksemi. Verri gongur hjá einum íra, sum takkar fyri seg áðrenn allarseinasta túrin, tí kroppurin ikki orkar meira. Hin rusuti stríðist framvegis við búkilsku og svevur síðstu náttina í klæðum í 20 frost-stigum.

Hin rusuti

Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD. Nýggjasta røðin í tíggju partum lýsir ferðina upp á Aconcagua, hægsta fjall í Amerika. 

Komin til síðstu leguna áðrenn síðsta teinin verður hin rusuti raktur av eini sterkari kenslu av takksemi. Verri gongur hjá einum íra, sum takkar fyri seg.
26-08-2024
Nú er aftur galið við maganum hjá hinum rusuta, og tað fær hann at stúra fyri stóra degnum í morgin.
19-08-2024
So er komið upp um 5000 metra hædd, og alsamt fleiri heit pløgg verða tikin úr taskunum at lata seg í.
12-08-2024
Tann stóri ferðadagurin skuldi byrja longu um morgunin. Men í Argentina ræður eisini føroysk tíð, og hin pakkiklári rusuti ótolnast at sleppa avstað
05-08-2024
Hvílidagurin í basecamp gongur við kortspæli og talvi. Verri gongst sjúka makkaranum, sum verður flogin úr leguni.
29-07-2024
Nú byrjar brattlendið og kuldin er komin. Tað nervar ikki hin rusuta.
22-07-2024
Búkilska oyðileggur stóra dagin, tá fjallatúrurin byrjar. Hin rusuti fær ikki fylgt við hinum í ferðalagnum. Lagið verður ikki betri av, at hin rusuti missir einatjaldið
15-07-2024
Í øðrum parti ferðast hin rusuti móti fjallinum. Nógv tíð og orka fer til at fáa loyvi í lagi, og tað stressar hin rusuta.
08-07-2024
Hin rusuti byrjar drúgvu ferðina til Mendoza í Oslo við einum norskum ferðalagi. Avbjóðingarnar byrja longu áðrenn fráferð, tá hann mundi tikið skeivt flogfar.
03-07-2024
Kom við hinum rusuta upp á Aconcagua, sum er næsthægsta fjall av teimum sjey heimstoppunum. Jens Jákup hevur sett sær fyri at vísa, at ADHD-arar kunnu tað sama sum onnur.
28-03-2024
Síðsti partur á ferðini niðan á Kilimanjaro. Vit herja á kl. hálvgum eitt um náttina í myrkri og 25 kuldastigum við merkinum í ryggsekkinum.
26-12-2023
Í næstseinasta parti gera vit okkum klár til topp-royndina og fáa síðstu læknakanningina.
19-12-2023