Smyril skal hava stórar umvælingar

Smyril skal hava stórar umvælingar
Tríggir hjálparmotarar skulu skiftast, og tvær síðuskrúvur skulu eisini setast í Smyril, tá hann fer í dokk næsta heyst
30.09.2024 - 19:38

Næsta heyst skal Smyril til 20 ára klassing, og roknast kann við, at hann tá fer í dokk í upp til átta vikur.

Tá skulu tríggir hjálparmotorar skiftast, og tvær síðuskrúvur skulu eisini setast í skipið.

Tað verður arbeitt við at finna eitt avloysaraskip til Smyril, meðan hann er í dokk, men tað er ikki so lætt at finna júst tað skipið, sum hóskar til tørvin.

Í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram í dag, eru 131,5 milliónir í løgujáttan til Strandferðsluna - har av 111,5 milliónir skulu brúkast til Smyril.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493