Viðmerkjari: Skuldu brúkt hópin betur

Viðmerkjari: Skuldu brúkt hópin betur
Føroysku venjararnir áttu at brúkt hópin betur í dystinum ímóti Kosovo mikudagin, so lyklaspælarar høvdu meir orku til avgerandi løtuna ímóti Ukraina, heldur Julian Johansen
11.11.2024 - 21:28

Ov nógvar tekniskar villur og ov vánaligt verjuspæl í seinna hálvleiki høvdu við sær, at Føroyar mistu leiðsluna og taptu EM-undankappingardystin fyri Ukraina í Litava sunnudagin.

Tað heldur fyrrverandi hjálparvenjarin á føroyska landsliðnum Julian Johansen.

Hann heldur eisini, at um føroysku venjararnir høvdu brúkt spælarahópin betur í fyrra dystinum - ímóti Kosovo mikukvøldið - høvdu lyklaspælararnir havt meir orku til avgerandi løtuna ímóti ukrainum.

 - Tað ynskistøðan hjá einum venjara at sleppa at brúka so nógvar spælarar, sum gjørligt. Í dystinum ímóti Kosovo kundu vit í mínari verð gott spælt aðrar leikarar inn í seinna hálvleiki og kanska eisini í fyrra hálvleiki, segði Julian Johansen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025