Gunvá takkar fyri seg

Gunvá takkar fyri seg
Gunvá við Keldu takkar nú fyri seg í býráðspolitikki, so nú verður betur tíð at njóta valdagin saman við sínum nærmastu. KvF tosaði við hana og pápan, Jógvan við Keldu, í dag
12.11.2024 - 17:17

Gunvá við Keldu takkar fyri seg eftir samfull 20 árum í býráðspolitikki. 

Í dag fer hon at njóta valdagin saman við pápa sínum, Jógvani við Keldu.

 - Áðrenn summarferiuna í fjør hugsaði eg, at "hetta fer at vera tað". Men ofta ert tú úthvíldur og spentur aftur eftir eina summarferiu, men tað vísti seg, at eg hevði tikið eina avgerð, sigur Gunvá við Keldu.

Jógvan við Keldu er eisini drúgvur í býráðspolitikki, og hevur - eins og dótturin - eisini sitið á fremsta og tyngsta politiska sessinum í Klaksvíkar kommunu. Hann hevur havt bæði upp- og niðurgangstíðir í Fólkaflokkinum, men nú er vinkulin ein annar.

 - Nú gleði eg meg bara at fáa tølini fram og at fáa gott ræst kjøt, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334