Ævigur útiseti: Heimloysi og klovningur

Ævigur útiseti: Heimloysi og klovningur
Útisetan er sum tvíeggjað svørð. Hon gevur og tekur. Fleiri, sum fara, koma ongantíð aftur. Vit missa dýrabæran fong, tí stórur partur av okkara ungdómi festur røtur
01.12.2024 - 08:00

Føroyingar vita betur enn flest onnur um tað at vera útiseti. Útiseti í Danmark. Hevur tú ikki í lestrarørindum búleikast í Keypmannahavn fittan part av bestu ungdómsárunum, ert tú ikki sum føroyingar flestir.

Men útisetan er sum tvíeggjað svørð. Hon gevur og tekur. Fleiri, sum fara, koma ongantíð aftur. Vit missa dýrabæran fong, tí stórur partur av okkara ungdómi festur røtur í Danmark og setur búgv har.

Útisetin kennir seg ofta í eini tvístøðu, eisini tann útisetin, sum ikki kemur heim aftur. Ein kensla av heimloysi  og rótloysi nívir. Hvar er heima, hvar kenni eg meg at hoyra til, eru ivaleyst spurningar, ið javnan troka á.  

 

Karl Nolsøe, Karl á Marknoyri

Nøkur, ið ongantíð komu heim aftur, endaðu helst í einum skeiklaðum tvísamleika og mentanarligum ongamannalandi, sum flóttar í útlegd. Summi av hesum sóust tíðum í føroyska umhvørvinum í Keypmannahavn.

Soleiðis munnu fleiri tilkomin, sum í síni tíð høvdu tilhald í Keypmannahavn, minnast vágbingin Karl Nolsøe, Karl á Marknoyri (1922-1999).

Hann var ein av hesum føroyingunum, sum gjørdist ævigur útiseti, men livdi og andaði sum føroyingur á flatlondum frá ungum árum, til hann andaðist, 77 ára gamal.  

Í sending, sum danska sjónvarpið miðskeiðis í sjeytiárunum gjørdi um føroyingar í Danmark, sigur Karl Nolsøe hugtakandi frá lagnuni hjá útisetanum, sum til endans kennir seg fremmandan allastaðni, ikki minst í sjálvum sær. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV