Mótmæla við innkeypskurvini

Mótmæla við innkeypskurvini
Færri vørur úr USA skulu í innkeypskurvina. Tað sigur Edith Dahl Jakobsen, ið hevur gjørt av at boykotta amerikanskar vørur.
06.03.2025 - 19:36

Alsamt fleiri kring heimin velja at boykotta amerikanskar vørur. Og orsøkin er forsetin í USA, Donald Trump.

Í grannalondunum sæst rákið aftur við stovanini av bólkum, ið hava til endamáls at savna fólk, ið mótmæla ætlanunum hjá amerikanska forsetanum. Eitt dømi um hetta er danski bólkurin á Facebook "Boykot varer fra USA", har alsamt fleiri limir leggjast afturat.

Edith Dahl Jakobsen er ein teirra, ið hevur gjørt av at boykotta vørur úr USA.

"Við at boykotta amerikanskar vørur, kunnu vit senda eitt signal um, at vit ikki stuðla ætlanunum hjá Donald Trump," sigur hon.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512