Tætta stigatalvan órógvar ikki landsliðið

Tætta stigatalvan órógvar ikki landsliðið
Føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla torføran útivallardyst móti Kosovo í annaðkvøld. Úrslitið verður avgerandi fyri, hvar Føroyar enda í óvanliga tætta bólkinum
07.05.2025 - 17:29

Størsta uppgávan hjá føroyska landsliðnum er, at avrika væl og vinna dystir á útivølli, har liðið ikki hevur eina stóra føroyska áskoðarafjøld í rygginum.

Føroyska áskoðarafjøldin verður ikki til staðar í Pristina í annaðkvøld, men um sigurin kemur til høldar kortini, tað fáa vit at síggja.

Stigatalvan, har tætt er millum øll liðini, órógvar ikki fyrireikingarnar hjá føroyska liðnum.

Landsliðið er øgiliga nær enn einum EM-endaspæli og skal bara brúka eitt stig móti Kosovo til at tryggja sær EM-billettina.

Føroyski hópurin savnar seg um landsdystin móti Kosovo og hugsar als ikki um støðuna í undankappingarbólkinum, har tað bara eru tvey stig millum nummar 1, Føroyar, og nummar 4, Kosovo.

Billettin til EM kemur í fremstu røð, siga Hákun West av Teigum og Teis Horn Rasmussen, men er møguleiki at enda ovast í bólkinum, fer landsliðið sjálvsagt eftir tí.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328