Frælsur ítróttur: - Frá sukse til sukse

Frælsur ítróttur: - Frá sukse til sukse
Allir føroyingarnir í frælsum ítrótti uttan ein runnu seg víðari í hálvfinalur ella finalur, tá fyrsti kappingardagur var á Picky-leikvøllinum í Kirkwall sunnudagin
13.07.2025 - 21:44

Føroyingarnir høvdu ein góðan dag á rennibreytini, tá innleiðandi umførini vórðu á Picky-leikvøllinum sunnudagin.

Allir íðkararnir uttan ein runnu seg víðari í annaðhvørt hálvfinalur ella finalur, og lagið á venjaranum var gott eftir seinastu renningina.

 - Frá sukse til sukse, segði venjarin, Heri Ziska, sum hevði úr at gera við at fylgja mongu føroysku rennarunum.

 - Har vit lógu marginalt til at koma víðari, komu vit víðari, og har, sum tað var trygt, har komu vit trygt víðari.

 

Jónas og Dánjal vísti seg fram

Jónas G. Isaksen og Dánjal Dahl Ljósheim runnu seg trygt í hálvfinalurnar í 400 metur renning. Teir runnu í hvør sínum innleiðandi riðli og høvdu fult tamarhald á renningini. 

Dánjal Dahl Ljósheim vann sín riðil við tíðini 50.10 sekund, meðan Jónas G. Isaksen endaði nummar tvey í sínum riðli við 50.24 sekund.

 - Eg hugsaði, at eg fari ikki sat pressa maks nú. Eg havi tvær renningar í morgin. Eg trýsti eitt sindur fyrstu 200 metrarnar, og so slappaði eg eitt sindur av síðstu 100 metrarnar, segði Jónas G. Isaksen, sum vann teinin á leikunum á Guernsey fyri tveimum árum síðan. 

 

Skjótu kvinnurnar víðari

Oddvør Josephsen og Elisabet Holm Simonsen struku eisini í finaluna í 100 metur renning. Oddvør Josephsen endaði á 3. plássi í sínum riðli við tíðini 12.92 sekund, meðan Elisabet Holm Simonsen endaði á 4. plássi við 12.96.

 - Vit fingu at vita, at fýra tær fremstu í hvørjum riðli, og fýra tær bestu tíðirnar eftir tað komu víðari, og eg sá, at eg lá í topp-tvey. Soeg hugdi rundan um meg og minkaði um ferðina og føldi, at eg hevði tamarhald á, segði Oddvør Josephsen.

Hjá monnum stóð eitt sindur meir á. Andreas B. Antoft rakk hálvfinaluni við tíðini 11.41 og 4. plássi í riðli trý, meðan Tummas Petur Sjóvará var 0.01 sekund frá við 11.48 og 4. plássi í 5. riðli. Ein troyst var, at hann fekk persónligt met.

Harumframt rann Julian Gregersen væl á 1500 metrum. Hann kom á mál upp á minni enn fýra minuttir, og hevur góðar vónir til finaluna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933