Vísindaklubbur byrjar á Glasi í heyst

Vísindaklubbur byrjar á Glasi í heyst
Vísindaklubburin er eitt nýtt frítíðartilboð fyri fólkaskúlanæmingar í 4. til 6. flokki
18.08.2025 - 19:24

Skjótt fáa fólkaskúlanæmingar høvi at ganga til vísindaklubb, og tað verða miðnámsnæmingar á Glasi sum læra frá sær.

Átakið er upprunaliga danskt, og endamálið er at børn kunnu royna seg sum vísindafólk, við at gera ymsar vísindaligar royndir:

- Tað er meiningin at tað skal vera stuttligt, og geva innlit í vísindaliga tilgongd, sigur Tilde Voigt Hansen, sum er verkætlanarleiðari í Videnskabsklubben í Danmark.

Hon vitjar Føroyar í løtuni, fyri at leggja til rættis tilfar sum miðnámsnæmingarnir skulu læra frá sær í heyst.

Danska átakið hevur nevniliga nøkur ár á baki, men samstarvið við Glasir er júst kunngjørt.

Í innslagi í Degi og viku greiða Tilde Voigt Hansen, verkætlanarleiðari, og Brynjálvur I. Johansen, lærari á Glasi, frá.

Eisini fáa vit innlit í eina av teimum vísindaliga royndnum sum eru á skránni í heyst, við Silju Falch Heinesen og Sigvaldi Bláberg, næmingar á Glasi, sum fara at undirvísa í Vísindaklubbanum.

Les meira um átakið her: https://www.glasir.fo/visindaklubbur-byrjar-a-glasi-i-heyst/

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541