Jórun Mai slóðar vegin fyri øðrum við serligum tørvi

Jórun Mai slóðar vegin fyri øðrum við serligum tørvi
Sum fyrsti føroyski judo-íðkari við serligum tørvi hevur Jórun Mai Smith verið við til altjóða kapping. Hetta kann geva øðrum blóð á tonnina, sigur ítróttaráðgevi
16.09.2025 - 19:31

18 ára gamla Jórun Mai Smith hevur latið seg í hvítan búna og belti um miðjuna síðani hon byrjaði at íðka judo sum 10 ára gomul.

Nú er hon komin heim frá altjóða kapping við bronsuheiðursmerki um hálsin. 

- Tað er fantastiskt, sigur Jórun Mai Smith. 

Eisini Sanna Nolsøe Djurhuus, venjari, er errin um úrslitið.

Hon var við Jórun Mai í Póllandi um vikuskiftið.

Vanliga gongur venjingin fyri seg í Høllini á Hálsi, og umstøðurnar eru sambært henni góðar. 

- Í Føroyum hava vit ikki nakra serstaka venjing í tí, sum vit kalla tillagað judo, men fólk koma til tær vanligu venjingarnar og so tekur mann tað harfrá. 

Í tillagaðum judo ber til at íðka sitandi ella standandi - alt eftir førleikum. Og reglurnar kunnu eisini broytast eftir tørvi. 

Og tað hevur týdning, at ítrótturin er fyri øll, sigur Tróndu Ravnsfjall, ítróttaráðgevi í Parasport Føroyum. 

- Vit halda, at tað eigur at vera meira inklusión í føroyskum ítrótti, og við hesum kunnu vit vísa á, at tað ber til og kann føra til bæði góðar upplivingar og úrslit, sigur hann.

Og sambært honum kann hetta vera við til at geva øðrum við serligum tørvi blóð á tonnina.

Sjálv er Jórun Mai Smith bæði væl nøgd við upplivingina og úrslitið. Og um tað er upp til hana, vil hon fegin vera við í fleiri altjóða kappingum í framtíðini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401