Avroðið skal gagnnýtast

Avroðið skal gagnnýtast
Vit skulu fáa meir burturúr avroðnum frá seyði, sum vanliga verður tveitt burtur.
22.09.2025 - 19:23

Vit skulu fáa meir burturúr avroðnum frá seyði, sum vanliga verður tveitt burtur. Ein nýggj bók er ávegis við uppskriftum og hugskotum, sum skal vísa, hvussu vit kunnu fáa meira burturúr avroðnum og skal vekja hugin at eta avroð. 

Tað er Kvinna, ið útgevur bókina og heitið er Tað sum eftir er.  Bókin verður útgivin 1. oktober. 

Ein stórur partur av tí, sum er etandi á seyðinum, endar í dag í burturkastinum. Fyrr var tað annars heilt vanligt at gagnnýta avroð og hava tað á føroysku døgurða- og nátturðaborðunum. Men við nýggjum matvanum og betri atgongd til útlendskan mat, er hendan siðvenjan so líðandi slept. 

Hetta vilja høvundarnir handan nýggju bókina broyta. Endamálið er bæði at geva íblástur til matgerð og samstundis at seta sjóneykuna á, hvussu vit kunnu fáa meira burturúr. 

Við bókini vóna høvundarnir at vekja hugin hjá føroyingum og fáa fólk at síggja avroðið sum eitt tilfeingi, heldur enn sum burturkast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815