Vindmylluútbyggingarætlanin verður nógv seinkað

Vindmylluútbyggingarætlanin verður nógv seinkað
Vindmyllurnar í Klivaløkshaga á Sandoynni vera í minsta lagi eitt ár seinkaðar, kanska meira enn tað. Hetta er sera óheppið, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í SEV
16.10.2025 - 19:24

Ein neyvari fuglakanning skal gerast av økinum við Klivaløkshaga í minst eitt ár.

Tað krevur Yvirfriðingarnevndin, áðrenn hon vil geva nakað loyvi til at at seta upp vindmyllur í Klivaløkshaga á Sandoynni.

 

Ingilín hevði fimm ára ætlan - heldur ikki

Útbyggingarætlanin hjá SEV gongur ikki sum ætlað. 

Á vári í fjør legði Ingilín D. Strøm, táverandi landsstýriskvinna í umhvørvismálum, fram vindmylluútbyggingarætlan næstu fimm árini. 

Í 2025 skuldu Klivaløkshavi á Sandoynni og ein útbygging av vindmyllulundini í Porkeri vera í rakstri, í 2027 Glyvrafjall, í 2029 Junkarhagi og í 2030 skuldi Vestfelli vera í rakstri. 

Men hetta fer ikki at halda.

Útbyggingin í Porkeri er ikki ein gong boðin út, og Klivaløkshagi verður seinkaður í minsta lagi eitt ár, helst meira, nú Yvifriðingararnevndin krevur at fuglalívið skal kannast í minst eitt ár. 

Harumframt skuldi ein vindmyllulund gerast á Eiði í 2022, men hon er fullkomuliga steðgað upp.

At útbyggingarnar av vindmyllum steðgar upp, hóvar ikki nevndarformanninum í SEV, nú SEV hevur gjørt stórar íløgur bæði á Sandi og aðrastaðni at taka móti orkuni frá vindmyllunum.

- Vit hava gjørt stórar íløgur í batarískipan og koblingsstøð á Sandi og aðrastaðni í landinum, og at ætlanin verður seinkað, er sera óheppið, sigur Haraldur S. Hammer.

 

Yvirfriðingarnevndin stendur við sítt

Fyri at fáa verkætlanin at rigga, hevur Jóhan í Niðristovu, sum vann útboðið, flutt myllurnar longur norð, burtur frá Gróthúsvatni og longur upp í hædd, so at tað ikki skuldi órógvað fuglalívið eins nógv.

Men Yvirfriðingarnevndin setir framvegis krav um, at avleiðingin av fuglalívinum skal kannast nærri.

Elveitingareftirlitið, sum samskiftir við Yvirfriðingarnevndina um málið, hevur í skrivi 3. oktober heitt á Yvirfriðingarnenvdina um at fáa ein fund í lag so at til ber at tosa við Yvirfriðingarnevndina og tosa seg fram til eina loysn.

Enn hevur Elveitingareftirlitið ikki hoyrt aftur frá Yvirfriðingarnevndini. 

Ætlanin er ikki at bjóða út naka nýggja vindmylluætlan fyrr enn greið viðurskifti eru komin við Yvirfriðingarnevndina um ein loyst í framtíðini, sigur Ari Johanneson, leiðari í Elveitingareftirlitinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Uni Debess
204535
Fríggjadag 20. februar
Morgunlestur fríggjadagur 20.februar 2026
204091
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Gregory Spawton um Woodcut
203229
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483
Fríggjadag 20. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204532
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493