Kommunan hevur fund um bátar

Kommunan hevur fund um bátar
Tey, sum brúka bátahylin á Oyrarbakka, eru boðin á fund á kommunuskrivstovuni í Sunda kommu týsdagin.
Bátahylurin á Oyrarbakka.
 
22.08.2026 - 16:02

Tey, sum brúka bátahylin á Oyrarbakka, eru boðin á fund á kommunuskrivstovuni týsdagin.

Har fáa tey kunning um arbeiðsgongdina, nú nýggju bátabrúgvarnar skulu setast upp. 

Umhvørvisstovan gav fyri skjótt einum ári síðani Sunda kommunu loyvi at útbyggja bátahylin á Oyrarbakka.

Ætlanin er at taka verandi pir upp og leggja nýggjan pir 25 metrar longri vestur. 

Pirurin verður bygdur sum grótfylling.

7.500 rúmmetrar av gróti vera brúkt.

Kanning gjørd

Biofar gjørdi lívfrøðiliga kanning og skrivaði frágreiðing um umhvørvi og djóralív niðanfyri sjóvarmálan í økinum vestan fyri bátahylin á Oyrarbakka.

65 djórasløg vóru staðfest við sýnistøku við grabba.

Kavarar staðfestu 55 sløg.

Einki djóraslag er mett at vera hótt. 

Niðurstøðan í kanningini hjá Biofar er, at búlendini í økinum eru øll vanlig bæði í altjóða og føroyskum høpi. 

Eisini verður mett, at búlendini eru vanlig í nærumhvørvinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391