Fólk rúsa seg við sproytu

Fólk rúsa seg við sproytu
Trupulleikin er vorðin so stórur, at hann merkist bæði á sjúkrahúsinum og herberginum
21.10.2025 - 19:13

Á herberginum vísir leiðarin, Martin Kúrberg, á tríggjar spannir.

Í hvørjari spann eru sproytunálur, sum fólk hava brúkt síðani fyri vikuskiftið - umleið fjøruti til samans.

- Hetta byrjaði av álvara umleið eitt ella hálvtannað ár síðani, sigur Martin Kúrberg, ið er ørkymlaður um hesa gongdina av rúsevnisnýtslu, sum vit ikki hava sæð áður í Føroyum.

Eisini á Landssjúkrahúsinum hava tey varnast gongdina:

- Tað er serliga í ár og í fjør, at vit hava fingið sjúklingar inn, ið hava infektiónir í sambandi við at hava sproytað seg við rúsevni, sigur Shahin Gaini, professari í smittusjúkum.

Hann leggur afturat, at tað kann hava álvarsligar avleiðingar at sproyta seg - millum annað er vandi fyri at fáa blóðeitran og Hepatitis C.

Ymisk rúsevni

- Tað er ymiskt, hvørji rúsevni fólk brúka at rúsa seg við, men tað er alt tað, tey fáa fatur á, sigur Martin Kúrberg.

Shahin Gaini vísir á, at tað sum oftast er heilivágur, ið er útflýggjaður til onkran eftir ávísing, og síðani knústur og sproytaður í æðrarnar hjá teimum, ið misnýta tað sum rúsevni.

Hesum greiða teir nærri frá í innslagi í Degi og viku.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655