Tað verður dýrari at hava lán í peningastovnunum

Tað verður dýrari at hava lán í peningastovnunum
Evropeiski miðbankin hækkaði í dag rentuna 0,25 prosentstig, og landsbankasjórin væntar, at rentan hjá føroysku peningastovnunum skjótt fer sama veg
Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.06.2026 - 21:50

Nú evropeiski miðbankin, ECB, hevur hækkað rentuna 0,25 prosentstig, fer Danski Tjóðbankin næstan við vissu at gera tað sama, og so gongur vanliga ikki long tið, áðrenn peningastovnarnir í danska ríkinum eisini gera tað sama.

Tí má roknast við, at eisini teir føroysku peningastovnarnir fara at hækka rentuna, sigur Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, og tískil verður gerandisdagurin dýrari hjá eitt nú húsaeigarum og øðrum, ið hava lánt pengar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum klokkan 18:

1817255

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688