Kenslurnar fingu frítt at fara á Dungasandi

Kenslurnar fingu frítt at fara á Dungasandi
"Hetta hevur alt at siga fyri felagið," fekk Ari í Haraldsstovu Petersen, 07Vestur-liðskiparin, stama fram úr sær, áðrenn eyguni blivu blonk, og tárini trýstu seg fram
Fotomynd: JN.fo / Filmað: Rúni Dam
Ari í Haraldsstovu Petersen, málverji og liðskipari hjá 07Vestri, var rørdur eftir, at felagið hevði bjargað sær eitt ár afturat í bestu deildini
25.10.2025 - 22:26

Kenslurnar fingu frítt at fara á Dungasandi í dag, tá tað var greitt, at 07Vestur, við tí uttasta av neglunum, hevði megnað at hildið fast í plássinum í bestu deildini. 

"Hetta hevur alt at siga fyri felagið," fekk Ari í Haraldsstovu Petersen, 07Vestur-liðskiparin, stama fram úr sær eftir dystarlok, áðrenn eyguni blivu blonk, og tárini trýstu á. 

Tað var veruliga við tí uttasta av neglunum, sum Ari í Haraldsstovu Petersen fekk á bóltin, tá eitt EB/Streyma-skot úr seks metrum sá út til at vera á veg í málið, tá bert fáir minuttir av dystinum restaðu.


Ari í Haraldsstovu Petersen, málverji og liðskipari hjá 07Vestri, var avgerandi fyri sítt lið í dag (Mynd: JN.fo)

 

Fór bólturin í málið, so stóð 4-3 til EB/Streym á máltalvuni, og so hevði 07Vestur, sum í minsta lagi skuldi hava eitt stig burturúr dystinum, neyvan komið afturíaftur. 

Bjargingin, ið uttan iva er ársins besta og týdningarmiklasta, minti um nakrar av teimum størstu í søguni. Gordon Banks fyri Ongland móti Brasilia og Pele í HM 1970, Peter Schmeichel fyri Danmark móti Týsklandi og Klinsmann í EM-finaluni í 1992 og so framvegis. Og ja, bjargingin var veruliga so góð. 

Javnleikurin 3-3 á Dungasandi, samantvinnnað við ta sannroynd, at B36 vann 2-0 móti FC Suðuroy í Gundadali, var akkurát nógv mikið hjá 07Vestri at bjarga sær enn eitt ár í bestu fótbóltsdeildini. 


Dagsins leikari hjá 07Vestri, Casper Gedsted Hansen, hevur lagt lið sítt framum 3-2 (JN.fo)

 

07Vestur - EB/Streymur 3-3 (1-2)
Á Dungasandi

0:1 Kristian Svabo Eliasen (18.)
1:1 Jonathan Timothy Flensborg (26.)
1:2 Búi Egilsson (39.)
2:2 Nicolai Møller Dohn (54.)
3:2 Casper Gedsted Hansen (63.)
3:3 Mórits Heini Mortensen (77.)

 

SÍ FLEIRI MYNDIR FRÁ DYSTINUM HER

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. februar
Eitt korter við jazzi
203774
Hósdag 5. februar
Breddin: Aldursmark á sosialar miðlar
203764
Hósdag 5. februar
Dansival - Gestur er Joen Remmer
203763
Hósdag 5. februar
Morgunlestur hósdagur 5.februar 2026
203554
Mikudag 4. februar
Skratsj 4. februar 2026
203711
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. februar
Úr savninum: Hví ikki meg?
203734
Mikudag 4. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203705
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632