Løgmansstjórin settur upp á pláss

Løgmansstjórin settur upp á pláss
Løgmaður valdi ikki at lurta eftir løgmansstjóranum, tá hesin setti nøvn á hvør skuldi missa sítt aðalstjórastarv
10.11.2025 - 19:36

Fult av fólki vóru til staðar, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður, kunngjørdi nýskipanir í almenna geiranum og at trý aðalráð verða niðurløgd. Djóni Nolsøe Joensen, Bjarni Kárason Petersen og Jóhan Christiansen missar allir høvdið sum landsstýrismenn.

Alt eftir tilmæli frá nýskipanarnevndini, sum løgmaður hevur sett, við Ben Arabo á odda.

Men handan leiktjøldini var eisini ein politisk telving, har einki fall upp á pláss fyrr í evstu løtu. Floksformenninir vórðu kunnaðir fýra dagar frammanundan, men hvør skuldi rúka og ikki vistu øll landsstýrisfólkini ikki fyrr enn í evstu løtu. 

Og telvingin um aðalstjórarnar fór eisini í politisku mylluna.

Nella Festirstein, Poul Gert Hansen og Eyðun Mohr Hansen rúku øll, men fingu øll uppskot um ráðgevarastørv og ein sum deildarstjóri.

Men so er tað máttmiklasta starvið sum aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, har Bjarni Askham Bjarnason hevur sitið síðan 2013. Hann vildi John Rajani flyta í Vinnumálaráðið og ístaðin setan Pól Egholm í sessin. Hann er ein av nýggju aðalstjórunum, og hevur sitið í Umhvørvismálaráðnum í tvey ár.

Men har gekk ikki. Politiska skipanin við løgmanni á odda vildi ikki fylgja tilmælinum hjá John Rajani, løgmansstjóra.

Grundgevingin var stabilitetur - nakað løgmaður helt seg vera betur skikkaðan at meta um, enn nevndin.

Aksel V. Johannesen sigur, at tað var hann, sum tók endaliga støðu til, hvør aðalstjóri skuldi sita hvar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096