Lisa flytur talvfólkið fyri genturnar

Lisa flytur talvfólkið fyri genturnar
Tað eru fáar gentur í føroyskari telving, men ein av teimum er 11 ára gamla Lisa Xin, sum vann sítt fjórða FM um vikuskiftið. Hon kann vera ein fyrimynd fyri aðrar, heldur TSF
17.11.2025 - 21:24

Ikki eru tær nógvar, genturnar í føroyskari telving, men ein av teimum er 11 ára gamla Lisa Xin, sum vann sítt fjórða føroyameistaraheitið um vikuskiftið. 

Ikki nóg mikið við tí. Fyrr í ár vann hon eisini norðurlendska meistaraheitið fyri gentur føddar í 2012 og seinni.

 - Tá hon telvar, sær mann ordiliga væl, at hon fer inn í eina bobblu. Hon hevur stór og vakin eygu og er fullkomuliga fokuserað. Har er einki annað, sum órógvar hana, sigur fyrrverandi venjari hennara, Haldur Suni Johansen.

Talv hevur leingi verið ein mansdomineraður ítróttur í Føroyum, og Lisa Xin telist millum fáu genturnar, sum telva av álvara. Seks vóru við til FM-kappingina fyri gentur, sum var leygardagin.

 - Um vit hyggja at altjóða styrkislistanum, so eru vit yvir 300 telvarar, har millum eitt og tvey prosent eru konufólk. Tað er ein stór undirumboðan, sum ikki er í lagi, sigur Ingi Wiberg, forseti í Talvsambandi Føroya. 

Hann ásannar, at sambandið og feløgini hava ilt við at halda ungum gentum til, tí tær krevja annað enn siðbundnu hugsanina um, hvussu talv skal skipast í Føroyum. 

Lisa Xin flennir, tá hon verður spurd, um hon ætlar sær at røkka eins langt og fyrimyndin Magnus Carlsen, meðan pápi hennara Quin Xin staðfestir, at tey ikki neyðturviliga sikta eftir at menna ein stórtelvara.

 - Vit brúka talv sum eitt slag av venjing fyri at menna hennara kritiska hugsanarhátt. Hon kann røkka langt, men tað er treytað av, hvussu nógv arbeiði hon leggur í, tí annað spennandi er, sum hon kann fáa áhuga fyri í framtíðini, sigur hann.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532