Fakfelagssamstarvið viðger støðuna

Fakfelagssamstarvið viðger støðuna
Fakfelagssamstarvið viðger støðuna, nú tvey av sjey fakfeløgum í samstarvinum skrivaðu undir avtalu um lønarkarm, meðan hini fimm ikki vildu vera við
12.02.2026 - 19:25

Tey fimm fakfeløgini, sum ikki skrivaðu undir lønkarmin, sendu mánadagin saman við 15 øðrum feløgum, eitt hvassorað mótmæli, har tey siga seg taka frástøðu frá avtaluni. 

Tey skriva m.a. í mótmælinum:

"Meirilutin (í Fakfelagssamstarvinum) rópti beinanvegin varskó, tí ein felags karmur sjálvandi fer at vera brúktur av arbeiðsgevarunum, til at kroysta øll feløgini at góðtaka hann, og eigur tí bert at vera gjørdur, um øll feløgini eru við."

 

Ongin vil úttala seg

Fundur var í dag í Fakfelagssamstarvinum. Kringvarpið hevði fingið lovað samrøðu eftir fundin, men seint seinnapartin segði Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, sum var útpeikaður at úttala seg, at hann ikki vildi gera samrøðu.

Fyrradagin segði Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum við Kringvarpið, at hann visti ikki hvar hansara partur í Fakfelagssamstarvinum fór at vera í framtíðini, og hann ivaðist í, um hann kundi fara á fund við hini. Hann kendi seg vera blakaðan út. 

Fakfelagssamstarvið hevur meira enn 8000 limir. 

Jacob Eli S. Olsen vildi í dag ikki svara, um øll sjey feløgini vóru á fundi. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619