- Tíðindi, mentan og ítróttur
Granska yngul inni við land

Nógv meira skal granskast, áðrenn týðandi niðurstøður kunnu gerast, um samanhangur er millum upsastovnin og føroyskt alivirksemi.
Tað sigur Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, nú Vinnumálaráðið í næstum fær fyrstu frágreiðingina um granskingina av fiskayngli inni við land.
Havstovan og Firum, sum fyrr æt Fiskaaling, samstarva um kanningarnar, og tey fingu eina millión krónur á fíggjarlógini í fjør og aðrar tvær milliónir krónur á fíggjarlógini fyri í ár.
Tað eru annars skjótt fimm ár síðan, at áhugin fyri livilíkindunum hjá ternumurti og fiskayngli sum heild inni við land av álvara bleiv vaktur, bæði í fiskivinnuni, alivinnuni, politisku skipanini og millum fiskifrøðingar.
Marita Rasmussen.
Upsafiskiskapurin var í botni tá, og hevði verið støðugt minkandi í meira enn 15 ár. Serliga partrolararnir og virkini, ið arbeiddu upsa, vóru í ringum sjógvi. Dúgliga var gitt og leitað eftir orsøkum til støðugt versnandi fiskiskapin, og brádliga vórðu eyguni vend móti alivinnuni.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Vert er at viðmerkja, at seinastu tvey árini hevur eisini upsafiskiskapurin ment seg aftur, uttan at alivinnan hevur sett ferðina niður.



























