Stjørnan og stjørnuskotið

Stjørnan og stjørnuskotið
20 ára gamla Elisabeth Erlendsdóttir telist millum Føroya bestu svimjarar, meðan 17 ára gamli Óli Mikkelsen droymir teir dreymarnar, hon gjørdi fyri fimm árum síðan
17.02.2026 - 10:28

Hon er tann roynda, og hann er spírin.

Longu í nøkur ár hevur 20 ára gamla Elisabeth Erlendsdóttir talst millum bestu ryggsvimjararnar í Føroyum. Hon eigur metini í 50 metur rygg á bæði stutt- og langgeil og 100 metur rygg á stuttgeil, og hevur kappast til heims- og evropameistarakappingarnar og vunnið fleiri oyggjaleikagull.

Óli Mikkelsen er 17 ára gamal og droymir um at røkka tí sama, sum eldri liðfelagin í Havnar Svimjifelag. 

 - Eg læri ordiliga nógv frá henni, tí vit eru bæði ryggsvimjarar og bæði hava 50 og 100 metur sum bestu greinir. Sum tú sigur, er hon longu á altjóða stigi. Um eg ivist í nøkrum til dømis teknikki, kann eg altíð venda mær til hana, sigur Óli Mikkelsen. 

Tað snýr seg kortini ikki bert um teknikk og fysikk.

 - Bestu ráðini, eg kann geva Óla, er at læra seg at seta mál. Tí um tú setir tær stór mál, skilir tú, hví tú kemur til venjing hvønn morgun, sjálvt um tú kanska ikki tímir. Hav altíð, altíð, altíð okkurt at arbeiða fram ímóti, sigur Elisabeth Erlendsdóttir.

Tey bæði svumu til HS Open nú langteinasesongin byrjaði um vikuskiftið.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329