Rottueitur á Lágargarði

Rottueitur á Lágargarði
Serliga vandamikið rottueitur, sum bert má brúkast í afturlatnum kassum, hevur ligið opið frammi á røktarheiminum Lágagarði í Havn
06.03.2026 - 19:41

Rottueitur sløðist inni á røktarheiminum Lágagarði í Havn.

Eitrið er nú beint burtur men eingin vil kennast við tað ella taka ábyrgdina fyri, at tað stóð frammi í longri tíð.

Talan er um eitt tað mest eitranadi rottueitrið á marknaðinum, sigur Birita F. Kjærbæk frá Umhvørvisstovuni.

Eitrið er háttað sum smáir ljósgrønir kubbar. Teir skulu vera forsvarliga innilæstir, og tá teir verða tiknir í nýtslu, so skulu teir leggjast í rottukassar, sum skulu kunna læsast. Eitt lítið hol er í kassanum, so rottan kann koma inn, men eitrið er tilevnað soleiðis, at rottan ikki kann dragsa tað út við sær, men má eta í kassanum.

Hetta eitrið tynnir blóðið og elvur til bløðingar, sum drepur rottuna. Eta fólk ella djór eitrið, so savnast tað í lvirini, og eftir nøkrum døgum fer tað at gera um seg og kann vera lívshættisligt, um einki verður gjørt.

Kommunan vil ikki kennast við eitrið, og sigur at tað ikki kemur frá teimum - kommunala eitrið er væl og virðiliga innilæst eftir øllum forskriftum.

Spurningurin er so, hvør leggur eitur á Lágagarði.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328