Valplakatir fingu luft undir veingirnar - liggja nú hjá sløkkiliðnum

Valplakatir fingu luft undir veingirnar - liggja nú hjá sløkkiliðnum
Nógvar av valplakatunum, sum fóru á flog í vindinum herfyri, liggja nú á sløkkiliðsstøðini í Havn, og tær verða burturbeindar, um tær ikki vera avheintaðar
24.03.2026 - 17:03

Ein plakat hjá Sjúrði Skaale er komin at liggja á sløkkiliðsstøðini í Havn, men Anna Falkenberg er ongastaðni at síggja.

Nógvar av valplakatunum, sum fóru á flog í nógva vindinum herfyri, eru nevniliga tiknar upp av sløkkiliðsmonnunum í Havn, og tær verða burturbeindar, um eingin kemur eftir teimum, sigur Heini Østerø, stjóri hjá Tórshavnar sløkkiliði.

 - Hesar plakatirnar eru komnar inn sunnudagin og mánadagin, sigur hann og leggur afturat, at tær grønu plakatirnar kanska eru best umboðaðar.

 - Tað sær út til, at Fólkaflokkurin hevur fingið luft undir veingirnar, sigur hann.

Tað kostar einki at fáa plakatirnar aftur, um tú møtir upp á støðini í Havn, men onkra kaku hava sløkkiliðsmenninir fingið afturfyri, avdúkar Heini Østerø.

 - Vit hava fingið nokk av kaku, flennir hann.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053