Tilfar frá jarðhitaboring endaði í ánni

Tilfar frá jarðhitaboring endaði í ánni
Tilfar frá einum tyrvingarplássi er runnið út í Stórá í Saksunardali. Sunda kommuna sigur, at treytirnar ikki eru fylgdar, meðan Sílaveiðufelagið stúrir fyri lívinum í ánni.
16.06.2026 - 19:24

Dálkað vatn frá einum tyrvingarplássi í Saksunardali er runnið út í Stórá.

Á tyrvingarplássinum verða restir frá jarðhitaboringum lagdar. Sambært Sunda kommunu stendur í loyvunum til jarðhitaboringar, at tilfarið skal burturbeinast til antin Kommunalu brennistøðina ella IRF.

Kommunan sigur, at tekniska deild hevur verið í samskifti við ábyrgdaran og fingið váttan fyri, at viðurskiftini eru rættað, so hetta ikki endurtekur seg.

Kortini hevur hendingin vakt stúran hjá Sílaveiðufelagnum, sum óttast fyri, at dálkingin kann hava ávirkan á lívið í ánni. 

Kommunan upplýsir samstundis, at hon ikki hevur heimild at steðga virkseminum, hóast treytirnar sambært kommununi ikki eru fylgdar. 

Fyritøkan, sum eigur tyrvingarplássið, vildi ikki gera samrøðu við Kringvarpið. Í einari stuttari viðmerking verður tó sagt, at neyðugar tillagingar eru gjørdar fyri at tryggja, at hetta ikki hendir aftur. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558