Gleðistár á dráttinum tá Firvaldur tók Drekan

Gleðistár á dráttinum tá Firvaldur tók Drekan
Spenningurin er stórur hjá 5-mannaførum við yngri gentunum, har nýggjur vinnari var triðju ferð á rað. Firvaldur av Tvøroyri vann spurtin í harðari kapping við Drekan úr Havn
Jan Herman Hansen/RSF
Firvaldur fór avstað við gullinum á jóansøku
23.06.2026 - 12:47

Triðju stevnuna á rað var nýggjur vinnari í 5-mannafarsrøðrinum hjá yngru gentumanningunum. 

Á norðoyastevnu vann Pílur, á eystanstevnu var Drekin fremstur, og á jóansøku um vikuskiftið fór Firvaldur avstað við gullinum.

Men báturin av Tvøroyri vann ikki uttan kapping. Spurturin var knallharður, og lítið skilti Drekan og Firvald. 

At genturnar góvu alt var eyðsæð á dráttinum, har okkurt gleðistár fall.

Sí innslag við Firvaldi omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334