Andstøðan lutvíst ósamd við landsstýrismanninum

Andstøðan lutvíst ósamd við landsstýrismanninum
Andstøðan er ósamd, um tad er rætt av landsstýrismanninum at tilluta bólki 5B fleiri fiskidagar
17.07.2026 - 19:25

Tjóðveldi og Framsókn eru sum heild ímóti ætlanini, meðan Sjálvstýri  og Miðflokkurin taka hinvegin undir við ætlanini hjá Bárði á Steig Nielsen.

- Eg haldi ikki hetta er rætt. Eg haldi at hetta er stuttskygdur, støðuleysur politikkur, har man bara møtir einum áhugabólki, sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.

Eirikur í Jákupsstovu, timgmaður hjá Tjóðveldi, sigur, at fyrst má bólkur 5 eftirmettast, áðrenn møguligir fleiri dagar verða útlutaðir. Hetta var løgtingssins vilji, sigur hann.

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaðurin, hevur endurtikið, at hann ætlar at útluta fleiri dagar. Hann vísir á, at talan er um siðaarv og mentan, og at løgtingið samtykti í desember í fjør at flyta umleið 800 dagar frá 2024 til 2025, men at bara nakrir fáir av teimum vórðu brúktir.


Sjálvstýri og Miðflokkurin stuðla landsstýrismanninum

Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, og Stefan í Skorini, formaður í Miðflokkinum, taka undir við at útluta fleiri dagar.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817